Fíggjarnevndin hevur avgjørt at lata eykajáttan á 7 milliónir til Landssjúkrahúsið. Hetta er minni enn tær 10 milliónirnar, sum biðið varð um.
Í gjár var kjak í Degi & Viku um eykajáttanina, har Bárður S. Nielsen og forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang, kjakaðust, og útsøgnirnar frá forkvinnuni hevur fingið Landsfelag Pensjónista upp úr stólinum.
- Sum ikki einaferð, verður aftur nú lagt eftir pensjónistunum. Ferð eftir ferð fáa vit at vita, at tað eru pensjónistarnir, sum eru teir stóru syndararnir, tá samfelagnum vantar pening. Aftur í kvøld kom hetta fram. Tað sá og hoyrdi alt Føroya fólk (uttan tey, sum vóru so framlig at hyggja at HM-fótbólti) í beinleiðis kjakinum í Degi og Viku millum figgjarnevndarlimir løgtingsins, forkvinnuna Ruth Vang og Bárður á Steig Nielsen, sigur forkvinnan í Landsfelag Pensjónista, Beate L. Samuelsen, í lesarabrævi.
Beate sigur, at tað er ein afturvendandi trupulleiki, at tá Landssjúkrahúsið vantar pening, verður hendan kostnaðarmikla trupulleikakenda kleppin skumpað yvir á pensjónistarnar, sum sambært fíggjarnevndarforkvinnuni kosta Heilsuverkinum alt ov nógvan pening, tí teir ditta sær at gerast eldri og eldri fyri hvørt ár, og hetta er toppmált.
- Tað er ikki okkara skyld, at Heilsuverkið kostar milliónir og aftur milliónir av krónum. Blaka heldur handan kostnaðarmikla bóltin yvir á politisku skipanina. Landsfelag Pensjónista mótmælir harðliga, at limir okkara verða nýttir sum syndarar í slíkum kjaki sum hesum.
Lesarabrævið frá Beate L. Samuelsen kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald