Innanlands

- Ikki rætt at millum tveir triðingar og tríggir fjórðingar av føroyingum skulu verða smittaðir

Hetta sigur læknin Marnar Fríðheim Kristiansen í kjalarvørinum av innslagnum í Degi & Viku í gjár, har Jógvan Thomsen eisini gav eina meting av væntaða smittutalinum um miðjan apríl

Trupulleikin við metingini er, at reproduktiónstalið er roknað til at vera alt ov høgt, sigur læknin (Skíggjamynd)

Trupulleikin við metingini er, at reproduktiónstalið er roknað til at vera alt ov høgt, sigur læknin (Skíggjamynd)

2020-03-25 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Reproduktiónstalið er roknað til at vera alt ov høgt.

Hetta sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, er stóri trupulleikin í útrokningunum hjá Jógvani Thomsen, sivilverkfrøðingini, um hvussu korona fer at spreiða seg í Føroyum.

Í Degi og viku í gjár varð víst á, hvussu nógv fólk kunnu væntast at verða smittaði við koronavirusinum, og hvussu støðan hevði verið á páskum, um eingin tiltøk høvdu verið sett í verk móti smittuspjaðing. 

Tað varð eisini borið fram, at tveir triðingar ella tríggir fjórðingar av íbúgvunum í Føroyum skulu hava havt koronavirusi, áðrenn samfelagið kann koyra heilt aftur.

Sí innslagið her

Hesum vísir Marnar Fríðheim Kristiansen aftur í einari dagføring á Facebook. Læknin ger greitt, at reproduktiónstalið (R0- R nought) - tað er hvussu nógv onnur ein smittaður persónur kann væntað at smitta - við galdandi tiltøkum er lægri, og um tiltøkini halda, so verður tað væl lægri.

Marnar skrivar, at útfrá nýggjum tølum og metingum hjá Statens Serum Institut, og um vit samanbera okkum við Danmark, kann talið metast at verða niður ímóti 1 sum tíðin gongur og við tiltøkunum,  og kanska enn tá undir 1, um tað gongur heilt væl. Hetta hevur sjálvandi stóra ávirkan á væntaðu gongdina.

Í mun til hvussu nógvir føroyingar skulu verða smittaðir, áðrenn vit kunnu vænta at samfelagið koyrir aftur sum vant - um vit skulu hava floksimunitet fyri Korona - so kann tað, útfrá væntaða reproduktiónstalinum, liggja á áleið einum triðingini av fólkinum ella lægri.

Sí frágreiðingina hjá Marnar Fríðheim Kristiansen niðanfyri:

Í Dagur & Vika í kvøld varð sagt, at vit kunnu rokna við at millum 7000-15000 eru smittaði í apríl/mai, sambært tí simulatiónini tey vístu.

Eisini søgdu tey, at fyri at vit skulu kunnu vera operationel sum samfelag, skulu 66-75% av øllum vera smittaði.

Er hetta rætt?

Nei, heldigvís ikki.

Feilurin tey gera, er at reproduktiónstalið (R0) tey rokna við er alt ov høgt.
Tað bleiv sagt í D&V at reproduktiónstalið hjá korona uttan verjandi tiltøk liggur á 3. T.v.s. at hvørt sjúkutilfeldi smittar 3 onnur. Við tiltøkunum sum vit seta í verk var sagt at R0 fall til 2.

SSI hevði í gjár eina nýggja rapport, har teir meta at reproduktiónstalið hjá Korona er 2,1 um eingin tiltøk verða sett í verk. Tey meta, at við teirra tiltøkum, kunnu tey minka um R0 við 30-50% 

Í Danmark verður R0 mett at verða 2,1 sum útgangsstøði, men síðani minkað við 30-50% (1,05-1,47).

Í Føroyum kunnu vit rokna við at vit hava eitt enn lægri R0, tí tiltøkini hava eydnast so væl. Tí eru tað tíbetur ikki hasi tølini vit skulu forvænta í Føroyum tær næstu vikurnar.

Hvussu so við úttalilsinum um, at 66-75% skulu vera smittaði áðrenn vit kunnu vera operationel sum samfelag aftur?

Hetta byggir á, at vit skulu uppbygja floksimmunitet fyri Korona.

Aftur her hevur reproduktiónstalið ein týdningarmikla leiklut, tí tað hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu nógv skulu vera immun fyri at uppnáa floksimmunitet.
Ein kann rokna hvussu nógv, skulu vera immun fyri at uppnáa floksimmunitet við herd immunity threshold formlinum: 1 – (1/R0)
Við tiltøkunum vit hava gjørt, kunnu vit rokna við at R0 er væl lægri enn 2,1.
Men um vit ganga út frá at R0=2,1 skulu 52,4% vera immun áðrenn vit fáa herd immunity. Um vit siga R0=1,5, skulu 33,3% vera immun. Um R0=1,25 skulu 20% vera immun. O.s.v.

Fyri tað næsta sær hetta púra burt frá møguleikanum fyri vaccinu, sum sjálvandi, er tað vit vóna fer at kunna geva okkum immunitet.

DISCLAIMER
Eg eri lækni, men kann als ikki kalla meg ekspert á hesum økinum. Tað er møguligt at okkurt eg skrivi omanfyri hevur onkran feil. Men eg eri vísur í, at reproduktiónsratan sum varð brúkt í KVF var ov høg, og tí gevur ov høg tøl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder