Tað er upp til bretska tjóðartingið at avgera, nær Bretland skal fara úr ES, og um bretar skulu hava evropaparlamentsval.
Tað sigur bretski forsetisráðharrin, Theresa May, við bretska undirhúsið.
Samráðingarnar við andstøðuflokkin Labour halda fram, men tað verður ikki lætt at koma til eina semju, sigur hon sambært DR.
Á ES-toppfundi í gjár, fekk Bretland bjóðað eina útsetan til 31. oktober, og hetta góðtók Theresa May.
Les eisini: Bretland fær freist til 31. oktober
Sjálv hevði hon ynskt eina útsetan til 22. mai.
Í dag segði Theresa May við tjóðartingið, at tað enn ber til, um tey eru skjót at góðkenna eina skilnaðaravtalu.
Theresa May hevur tríggjar ferðir roynt at fingið meiriluta fyri skilnaðaravtalu sína við ES, men hetta hevur ikki eydnast henni enn.
Eydnast tað ikki at fáa eina avtalu góðkenda áðrenn 22. mai, noyðist Bretland eisini at hava val til evropaparlamentið. Evropaparlamtensvalið skal vera í døgunum 23. - 26. mai
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald