Uttanlands

- Tað var eitt mistak at sammeta Trump við Hitler

J.D. Vance kann gerast yngsti varaforseti í USA nakrantíð – hann fyllir 40 beint eftir ólavsøku

J.D. Vance fekk dyggan stuðul frá Donald Trump í valstríðnum undan senatorvalinum í 2022 (Mynd: EPA)

J.D. Vance fekk dyggan stuðul frá Donald Trump í valstríðnum undan senatorvalinum í 2022 (Mynd: EPA)

2024-07-16 09:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

J.D. Vance, møguligi komandi varaforsetin í USA, segði í nátt okkara tíð, at tað, sum hann fyrr hevur sagt um Donald Trump vísur, at hann “mistók seg”.

- Eg segði nøkur ljót ting um Donald Trump fyri tíggju árum síðani, og tað er av týdningi at viðganga, at eg mistók meg, sigur J.D. Vance, sum í gjár varð valdur sum varaforsetavalevni hjá Donald Trump.

J.D. Vance hevur fyrr kallað Trump fyri “amerikanski Hitler”, men hevur síðan í fleiri førum vart fyrrverandi forsetan.

Afturi í 2016, tá Trump vann forsetavalið, kallaði Vance hann fyri ein idiot og sammetti hann við Hitler.

Mánadagin varð Vance alment útnevndur av republikanska flokkinum sum floksins valevni at gerast varaforseti.

Við Fox News sigur Vance, at hann heitir á myndugleikarnar um at fara undir eina gjølliga kanning av, hvat hendi í sambandi við drápsroyndina móti Donald Trump leygardagin.

Til sama miðil sigur hann, at hann var ivasamur mótvegis Trump í 2016, men at Trump seinni fekk hann til at broyta meining.

39 ára gamli senatorurin frá Ohiho sigur eisini, at “Kine er ein størri trupulleiki fyri USA enn kríggið millum Russland og Ukraina”.

Vance var í 2022 valdur til senator í Ohio, eftir dyggan stuðul frá Trump undir valstríðnum.

J.D. Vance, sum 2. august fyllir 40 ár, vaks upp í fátækari familju í ‘rustbeltinum’ í Ohio. Hann gjørdi tænastu í herflotanum undir Irakkrígnum. Tók løgfrøðiliga útbúgving frá virda háskúlanum Yale og vann sær ríkidømi við váðafullum íløgum meðan hann búði við amerikansku vesturstrondina.

Vance gjørdist gitin, tá hann skrivaði bókina “Hillbilly Elegy: A Memoir of a Family an Culture in Crisis”, sum gjørdist ein bestseljari.

Í 2022 varð hann valdur inn í senatið umboðandi Ohio. Nú er hann væl á veg til at gerast yngsti varaforseti í USA nakrantíð.

Hann verður lýstur sum ein konservativur populistur. Hann sigur seg dáma væl ungarska forsætisráðharran Viktor Orbán, og er ímóti fosturtøku.

Vance er eisini ímóti amerikanska stuðlinum til Ukraina. Lat Evropa tæka sær av tí, skal Vance hava sagt. USA má miðsavna seg um Kina í staðin.

Hann sigur seg eisini stuðla MAGA-politikkinum hjá Donald Trump av fullum hjarta. MAGA er stytting fyri slagorðinum hjá Donald Trump: Make America Great Again. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder