Innanlands

- Tað var Skandiamaðurin ið myrdi Palme

Palmeutredningen og ákæruvaldið kunngjørdi eisini í morgun, at sakin ikki longur er opin

Stig Engström var í fyrstu syftu eitt vitni, men skjótt gjørdist greitt at frágreiðing hansara ikki var røtt

Stig Engström var í fyrstu syftu eitt vitni, men skjótt gjørdist greitt at frágreiðing hansara ikki var røtt

2020-06-10 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stig Engström. Tveir dagar áðrenn hann fylti 52 ár fór hann út úr Skandiabygninnum á Sveavägen í Stokkhólmi. Tað var seint eitt fríggjakvøld, og næstan beint eftir at hann kom út á gøtuna, segði hann seg næstan detta yvir ein mann, ið var skotin. Maðurin var Olof Palme, svenski forsætisráðharrin.

Stig Engström gjørdist eitt umráðandi vitni hjá løgregluni, og í frágreiðingini hjá honum kom millum annað fram, at hann hevði tosað við konu Olof Palme, Lisbeth Palme, ið eisini varð skotin, men sum yvirlivdi. Lisbeth Palme tvíhelt tó um, at hon ongan annan var í samband við enn drápsmannin. 

Fleiri onnur viðurskifti í hansara frágreiðing hóskaðu ikki til, tað sum onnur rundanum staðið søgdu, og tað tykist væl sannlíkt, at fleiri vitni sóu júst Stig Engström renna av staðnum - í mun til hvussu hansara klæði og kropsbygnaður varð lýstur. Skjótt gjørdist Engström ein, ið var undir ávísum illgruna, men táverandi kanningarleiðarin, Hans Holmer, hugdi eftir øðrum møguleikum. Seinni hevur "Skandimaðurin" í fleiri førum verið nevndir sum ein møguligur drápsmaðurin. Rithøvundurin Thomas Petterson kannaði sjálvur málið í 12 ár og gav eina bók út, umframt at hann varð avhoyrdur, har hann vísti á, at Skandiamaðurin uttan iva varð drápsmaðurin.

Kanningararbeiðið endar nú
Tað er Hans Melander, ið seinastu mongu áríni hevur staðið á odda fyri sokallaðu Palmeutredningen. Seinastu 34 árini hevur hetta málið fylt nógv í Svøríki, og tað er greitt tað størsta drápsmálið nakrantíð í landinum.

Melander legði á tíðindafundi fyrr í morgun, saman við Krister Petersson høvuðsákæra, fram eina frágreiðing um, hví mett var, at Stig Engström var drápsmaðurin. Hann fór sambært sínum arbeiðskorti úr Skandiabygninginum, ið var beint við drápsstaði, beint áðrenn morðið fór fram. Morðvápnið kundi ikki beinleiðis setast í samband við Engström, men hann hevði atgongd til ein Smith & Wesson, ið varð nýttur til at myrða Olof Palme við. Hann var ein fyrrverandi hermaður. Óvist er, hvat hansara motiv hevur verið.

Dentur varð lagdur á, at tað hevur verið torført at fáa fleiri tekniskt prógv og eisini vitnisfrágreiðingar; nógv tíð er farin, vitni eru gomul ella deyð í fleiri førum, og miðlaumrøðan hevur eisini skeiklað minni hjá fleiri.

Staðfest varð aftur, at tann einasti maðurin sum nakrantíð er dømdur fyri morðið, einki hevur við tað at gera. Talan er um Christer Petterson (skal ikki blandast við núverandi ákæran), ið var rúsevnismisnýtari. Lisbeth Palme peikaði hann út, og hann varð dømdur í 1989 í býrættinum í Stokkhólmi, áðrenn hann varð fríkendur í landsrættinum.

Gjørt varð greitt, at málið verður nú niðurlagt, tí at tann brotsmaðurin, ið peikað er á nú, er deyður. Tað kemur ikki fyri ein dómstól. Stig Engström doyði í 2000. Tá var hann 66 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder