Mentan

- Tit hava nógv at gleða tykkum til

Tað sigur Jógvan Hansen um Bryan Adams-konsertina við Tjarnir í annaðkvøld. Adams spældi í Hørpuni í gjár, og tað var hitt aftaná hitt í tveir tímar frá væl upplagdari heimsstjørnu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-04-22 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tit hava nógv at gleða tykkum til. Eg havi ikki verið til so góða konsert síðan Bon Jovi í 1998.

Tað sigur Jógvan Hansen, sum í gjárkvøldið var til konsert hjá Bryan Adams í íslendska høvuðsstaðnum.

Bryan Adams hevur aftur eina konsert í Hørpuni í kvøld áðrenn hann í morgin vendir nøsini móti Føroyum, og spælir við Tjarnir klokkan 20 í annaðkvøld.

Góða framførslan frá heimsstjørnuni úr Kanada tók Jógvan Hansen á bóli.

- Tá hann byrjaði at spæla fekk eg gásarhold. Eg dugdi hvørt tað einasta lag. Hann er 65 ár og rakti allar tónarnar perfekt. Hann sang enn líka væl, sum tá vit vóru ung, greiðir Jógvan Hansen frá í telefonini úr Íslandi, og endurtekur.

- Oh my god, tað var gott. Hitt aftaná hitt í tveir tímar, og fólk vóru "amazed".

[object Object]Jógvan Hansen (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bryan Adams hevur verið ein stórur íblástur fyri sangaran úr Klaksvík, sum nú býr í Íslandi.

- Hann er faktiskt ein av orsøkunum til, at lærdi meg at spæla gittar og at syngja. So at sita har til konsert hjá honum var fantastiskt. Ein fantastisk løta at hoyra hasa legenduna, sum hevur givið mær so nógvan íblástur, sigur Jógvan Hansen.

Innilig sitikonsert við Tjarnir
Hási kanadiumaðurin hevur verið ein rættur risi í heimspoppi og rokki farnu 40 árini. Hann hevur selt útvið 100 milliónir plátur, og hevur framleitt og framført fleiri heimshitt. Tá føroyingar í 80unum hugdu at MTV, gjørdist Bryan Adams húsgestur hjá teimum flestu. Løg sum “Run To You”, “Heaven”, “Summer of 69” og seinni “(Everything I do) I do It for you”, gjørdust løg ið vórðu tráspæld á MTV og í føroysku loftmiðlunum.

Konsertin við Tjarnir mikukvøldið, verður ein sonevnd sitikonsert við Bryan Adams og einum klaverleikara á palli.

Fyriskipararnir rópa tað eina risa stóra stovukonsert.

Og undirtøkan hevur verið góð, men enn eru atgongumerki eftir til konsertina við Tjarnir í annaðkvøld. Pallurin er við at vera klárur uppi í Hoyvíkshaganum til Føroya størstu stovukonsert.

[object Object]Soleiðis sá út tá heiðurskonsert var við Tjarnir fyrr í ár. Tað var eisini sitikonsert (Mynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder