Uttanlands

– Trump ætlar ikki at útseta forsetavalið

Sambært starvsfólkastjóranum í Hvítu Húsunum, ætlar Trump ikki at útseta valið, kortini kann valúrslitið vera nógv seinkað orsakað av økta talinum á brævatkvøðum

Mark Meadows á tíðindafundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin (Mynd: EPA)

Mark Meadows á tíðindafundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin (Mynd: EPA)

2020-08-03 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Donald Trump ætlar kortini ikki at útseta amerikanska forsetavalið, sum eftir ætlan skal vera 3. november í ár. Tað sigur starvsfólkastjórin í Hvítu Húsunum, Mark Meadows.

Tá hann luttók í CBS-sendingini "Face the Nation" sunnudagin, varð hann spurdur, um amerikanski forsetin hevði biðið hann ella onkran annan í umsitingini um at kanna møguleika fyri at útseta valið.

At byrja við svaraði Mark Meadows, at tað kjakið snúði seg um, at tað fer at seinka endaliga úrslitið av valinum í fleiri vikur, um øll fara at brævatkvøða. Han helt tað enntá vera sannlíkt, at valúrslitið kundi verið seinkað í fleiri mánaðir.

Men at enda svaraði hann, at Trump ikki hevur kannað møguleikan fyri at útseta nakað val.

Fleiri statir hava tikið avgerð um at geva øllum borgarum møguleika fyri at brævatkvøða, orsakað av koronafasóttini.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur fleiri ferðir sagt, at økta talið á brævatkvøðum fer at elva til valsvik, og hósdagin skrivaði hann á Twitter, at mann átti heldur at útsett valið, til fólk kunnu fara út á valstøðini at greiða atkvøðu á tryggan hátt.

Les eisini: Trump vil útseta amerikanska forsetavalið

Starvsfólkastjórin í Hvítu Húsunum heldur tó fast við, at tað ikki snúði seg um at útseta sjálvt valið, men bert um, at brævatkvøðurnar høvdu seinkað valið, og var tað skilagott av Trump at varpa ljós á hetta, segði hann.

Sambært Politiken fer valúrslitið helst at vera nakað seinkað. Kanska í fleiri vikur. Orsakað av koronafarsóttini væntar mann, at munandi fleiri fara at brævatkvøða enn á undanfarnum valum. Brævatkvøðurnar skulu kannast og teljast av lokalum valmyndugleikum, sum ikki eru eru vanir við at fáast við so nógvar brævatkvøður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder