Uttanlands

- Trump bað meg um at svika við meiningakanningum

Michael Cohen, fyrrverandi sakførari hjá Trump, sigur, at forsetin gav boð um at svika við meiningakanningum

Michael Cohen (Mynd: EPA)

Michael Cohen (Mynd: EPA)

2019-01-18 13:26 Author image
Ari av Rana
placeholder

Michael Cohen, fyrrverandi sakførari hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, sigur nú, at forsetin gav honum boð um at svika við meiningakanningum.

Michael Cohen, sum í desember varð dømdur trý ára fongsulsrevsing fyri millum annað at hava logið fyri Kongressini, og fyri at hava goldið kvinnum fyri at tiga um Donald Trump, skrivar á Twitter, at hann rindaði einari fyritøku fyri at svika við meiningarkanningum. Boðini um at gera hetta komu frá Donald Trump, og meiningakanningarnar skuldu verða Trump til fyrimun, skrivar Retuers.

Sambært Wall Street Journal er talan um tvær meiningakanningar upp til forsetavalið í 2016. Í 2014 skuldi fyritøkan royna at geva Donald Trump eina góða plasering í eini meiningakanning um vinnuleiðarar, og í 2015 skuldi Donald Trump hava eina góða plasering í meiningakanning um møgulig forsetavalevni.

Michael Cohen sigur, at hann angrar sín blindu trúgv til amerikanska forsetan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder