– Forsetin hevur tikið valdsnýtslu av borðinum. Framtíðin hjá Grønlandi er nakað, grønlendingar sjálvir skulu avgera, segði amerikanski sendiharrin í Danmark, Ken Howery hóskvøldið, tá nýtt amerikanskt konsulát varð latið upp í Nuuk.
Fráboðanin kom, tá grønlendskir miðlar undir upplatingini spurdu, um USA framvegis hevði ætlanir um at yvirtaka Grønland, skrivar Ritzau.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur ferð eftir ferð tosað um, at hann ynskir at yvirtaka Grønland, og hevur hann áður ikki viljað útiloka valdsnýtslu.
Sambært Trump er yvirtøka av Grønlandi neyðugt av trygdarávum.
Í røðu á World Economic Forum í januar segði Trump tó, at hann ikki fór at nýta vald. Í somu røðu umrøddi hann Grønland sum "eitt íspetti" við "vánaligari staðseting".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald