Avlýsingin hjá amerikanska forsetanum kom óvæntað á hjá teimum allarflestu. Millum annað hjá stóra amerikanska miðlinum NBC News, ið skrivar, at tá Hvíta Húsið á fyrsta sinni upplýsti um túrin, varð gjørt greitt at vitjanin onki samband hevði við ætlananinar hjá Trump við Grønlandi.
Les eisini: - Trump er eitt barn
CNN hevði eisini eina søgu um avlýstu, ella sambært Trump útsettu, vitjanina sum høvuðssøgu í morgun.
Demokratarnir hava eisini nýtt hetta høvið til at finnast at Donald Trump:
- Hetta er fullkomiliga høpisleyst. Soleiðis fer man ikki við einum samstarvslandi.
Hetta segði senatorurin í New Jersey, Cory Booker, í samrøðu við CNN. Hann er ein av demokratunum, sum roynir at gerast forsetisvalevni
- Hetta er ikki longur stuttligt. Danskir hermann vóru í kríggj í Afganistan og Irak saman við USA. 50 danir doyðu. Forseti okkara vanærir teirra samstarv og offur. Og so á sama degi sum hann roynir at linna við Putin
Hetta skrivar Tom Wright á Twitter. Hann er analytikari hjá 'Brookings Institution'
Washington Post skrivar, at Trump og USA høvdu eitt ítøkiligt boð fyri Grønland til reiðar. Talan var sambært keldum hjá viðurkenda blaðnum fyrst og fremst um eina stóra eingangsupphædd.
Ætlanin var eisini, at USA skuldi taka yvir hvat blokkstuðlinum viðvíkur og stuðlan av grønlendska búskapinum framyvir.
Tað er í roynd og veru Grønland, ið skal taka avgerð, um tað skal seljast ella ikki; ikki danir. Hvørki Kim Kielsen ella Metta Frederiksen høvdu nakran áhuga í einari sølu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald