Innanlands

Fyrrverandi sendiharrrin í Danmark: - Hann er eitt barn

Rufus Gifford er bersøgin um avlýsingina hjá Trump, ið eisini hevur havt argilsi og atfinningar við sær millum danskar politikkarar, viðmerkjarar og onnur

Trump ynskir ikki at vitja Danmark á hesum sinni, nú ein søla av Grønlandi ikki kann koma uppá tal (Mynd: EPA)

Trump ynskir ikki at vitja Danmark á hesum sinni, nú ein søla av Grønlandi ikki kann koma uppá tal (Mynd: EPA)

2019-08-21 08:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Donald Trump kortini ikki kemur til Danmarkar fyrst í september er ein risastór søga í Danmark. Hetta sást týðiligt á øllum teimum stóru donsku heimasíðunum í morgun.

TV2 hevur millum annað ein tráð við viðmerkingum frá donskum politikkarum uppá søguna. Talan er um tað, sum politikkarar úr ymisku flokkunum hava lagt út á Twitter tíðiliga í morgun, eftir at tað gjørdist greitt, at Donald Trump ikki kemur á vitjan á hesum sinni.

- Ein háðan, nasadjarvt, virðisleyst,
- Maðurin er óutrokniligur
- Vit útseta gjarna, til tá ein annar forseti tekur yvir

Hetta eru nøkur av orðunum. Sí meira her

Hvørki Mette Frederiksen ella forsetismálaráðið hava úttalað seg alment um støðuna enn. 

Margretha drotning hevði sent eina innbjóðing, ið varð játtað. Tí kemur hetta óvart á Kongshúsið, og summi hava eisini á orðið, at hetta var manglandi virðing fyri drotningini og húsið hennara. 

[object Object]
(Rufus Gifford)

Millum annað fyrrverandi sendiharrin hjá USA í Danmark, Rufus Gifford. Hann hevði ikki mjúk orð mótvegis Trump á Twitter:

- Hann bað um eina innbjóðng frá drotningini. Hon bjóðaði honum, og hann takkaði ja. Tey hava væntað hann í vikur á slottinum. Danir og grønleningar noktaðu at vera við til hansara "fáfongdsætlan". Hann kveistrar alt Kongaríkið burtur. Hann er eitt barn.

Tá slík vitjan er á skránni skal nógv trygd til, og í donsku fregnartænastan, PET, ið saman við Københavns Politi og Rigspolitiet skuldi standa fyri hesum frá danskari síðu, er esini ónøgd við avlýsingina. Nógv tíð og orka er lagt í hetta frá teirra síðu - alt til spillis.

USA-analytikarin hjá TV2, Mirco Reimer-Eslter sigur, at Donald Trump nú hevur gjørt greitt, at Danmark ikki eina vitjan vert, um Grønland ikki er evni. Øll umráðandi tvílanda áhugamálini eru ikki flúgvitúrin verdan hjá amerikanska forsetanum, sigur hann.

Avlýsingin hevr elvt til, at fleiri viðmerkjarar í Danmark seta spurnartekin við støðuna í sambandinum ímillum USA og Danmark og kalla hetta eina kreppu.

[object Object]
(Uffe Elleman Jensen - Mynd: jp.dk)

Fyrrverandi uttaríkisráðharrin, Uffe Ellemann-Jensen, slær fyri Jyllands-Postinum fast, at alvýsingin er óhoyrd og virðsleys ímóti millum annað drotningini og at tankin um at keypa Grønland er vitleysur. Tó sigur hann, at hann ikki væntar, at hetta fer at ávrika sambandið stórvegis, og at Trump er Trump; løgin sum hann er, men um hann ynskir at vitja Danmark aftur, kann man helst ikki siga nei, tí at USA er framvegis mest umráðandi samstarvspartnarin hjá Danmark.

Vinnulívsmaðurin Lars Seier er bersøgin: 

- Okkara politikkarar uppføra seg sum "provinsielle klaphatte", og teir hava reagera sum ein bólkur av skúlagentum. Tað gevur meining at samráðast um Grønland.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder