2020-06-05 09:18
Tíðliga í morgun fekk løgreglan boð um at leysar takplátur rókust millum hús í vindinum.
Av tí at slíkir leysir lutir kunnu gera stóran skaða, varð beinanvegin sent boð eftir sløkkiliðnum á staðnum fyri at tryggja leysu pláturnar.
Fuglafjarðar Sløkkilið hevur í morgun hesa áheitan til borgararnar: ”Nú stormur er. Vinarliga kunnu tit ikki rudda og festa leysar lutir, sum liggja rundan um hús tykkara. Í nátt hevur verið onkur skaði vegna leysar takplátur”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald