Frøi í Norðdepli í kvøld. 150.000 krónur fóru til Magnus Johansen, sum kom í gjøgnum við fullari plátu í Gekkinum. Fjarritari var kona hansara, Meiken Johansen.
Stóra gekkaupphæddin var 1,9 milliónir krónur, og Magnus valdi at deila upphæddina í trý, so 650.000 krónur vóru í hvørjum leypi.
Men tað var skjótt avgreidd. Í fyrsta snari lendi hann á 50.000 krónum, sum í fyrsta snari bleiv faldað við trý.
- Eg má spyrja mannin, ljóðaði frá fjarritaranum Meiken í fyrsta umfari.
- Hann sigur steðga, vóru næstu boðini, og frøi var í Norðdepli.
- Tú ert ein veldig kona, ljóðaði aftanfyri frá Magnusi.
Næsta fríggjadag er Gekkurin tvær milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald