Innanlands

- Tunnilsarbeiðið norður um Fjall gongur væl

Men sum so nógv annað, er arbeiðið við tunnilsfarleiðini Norður um Fjall tarnað av verkfallinum, sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon

Savnsmynd

Savnsmynd

2024-06-12 06:57 Author image
Áron Vest
placeholder

Farleiðin, sum flest øll kenna sum Norður um Fjall, ið gongur úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepis, opnaði í ávikavist 1965 og 1967. Tað er valla nakar føroyingur, ið ikki heldur at ein dagføring av hesum tunlum er uppá sítt pláss.

Tunlarnir lúka als ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er einans 3,1 metrar og breiddin 3,5 metrar. Hetta upplýsir Landsverk á heimasíðu síni.

Vit tosaðu við Jón Sigurðsson, stjóra í Articon í gjár, og hann er bjartskygdur um hetta tunnilsarbeiðið. 

- Arbeiðið við tunlunum norður um fjall gongur væl, men sum so nógv annað, er hetta eisini nógv tarnað av verkfallinum, sigur Jón. 

Tunlarnir eru ein fløskuhálsur fyri virksemið norðan fyri tunlarnar. Men føroya fólk kann gleða seg, tí pr. dags dato, so er støðan hjá Landsverki ikki broytt - tunnilsarbeiðið væntast enn at verða liðugt í desember mánaða 2024.

19. apríl 2021 skrivaðu táverandi stjóri hjá Landsverki, Sigurd Lamhauge, og verandi stjóri í Articon, Jón Sigurðsson, undir sáttmála um tunlar norður um fjall.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder