Uttanlands

– Tvey skikkað valevni er sera gott

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra sigur, at hann heldur vinstra er best skikkað at standa á odda fyri einari stjórn, men kortini er tað gott, at blái blokkur nú hevur tvey skikkað valevni

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra (Savnsmynd)

Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra (Savnsmynd)

2022-08-15 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Vit eru nøkur, sum leingi høvdu roknað við hesum, og nú er tað alment. Nú eru vit tvey sera skikkað valevni. Tað, haldi eg vera sera gott.

Soleiðis sigur Jakob Ellemann-Jensen, formaður og forsætisráðharravalevni í Vinstra, eftir at Søren Pape Poulsen, formaður í konservativa flokkinum hevur boðað frá, at hann eisini bjóðar seg fram sum stjórnarleiðara eftir valið.

Vinstraformaðurin sigur, sambært Jyllands-Posten, at hann heldur Vinstra er best skikkað at standa á odda fyri einari stjórn, og tí bjóðaði hann seg fram sum forsætisráðharravalevni. Søren Pape Poulsen hugsar helst tað sama um sín egna flokk, sigur hann og leggur afturat, at hann ikki sær fráboðanina í dag sum eina atfinning móti hansara egna leiðsluhátti.

Hvør skal enda við leiðsluni eftir næsta fólkatingsval er upp til veljaran, sigur hann. Fólkatingsval skal verða í seinasta lagi fyrst í juni mánað næsta ár.

Les eisini: Vita enn ikki, hvørjum teir vilja stuðla

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder