Nú Søren Pape Poulsen hevur bjóðað seg fram sum forsætisráðharravalevni, skulu borgarligu flokkarnir nú taka støðu til, um teir vilja stuðla formanninum í konservativa flokkinum ella formannin í Vinstra, Jakob Ellemann-Jensen.
Inger Støjberg, forkvinna hjá Danmarksdemokraterne sigur, sambært Ritzau, at flokkurin fer at bíða við at taka støðu, til tað er greitt, hvønn politikk tey bæði valevnini ætla at føra, og tí ætlar hon sær at tosa við teir báðar.
Støjberg væntar tó, at hon hevur tikið eina avgerð, áðrenn fólkatingsval verður. Men nær tað verður er heldur ikki greitt. Valið skal vera í seinasta lagi í juni 2023, men Radikali Vinstraflokkurin hevur heitt á Mette Frederiksen, forsætisráðharra um at útskriva val, áðrenn fólkatingið kemur saman aftur í oktober.
Alex Vanopslagh, formaður í Liberal Alliance sigur, at tað er ov tíðliga at boða frá, hvørjum teir fara at stuðla, tí at tað enn ikki er greitt, hvørjar visjónir teir hava.
Morten Messerschmidt, formaður í Dansk Folkeparti sigur seg fegnast um, at Søren Pape Poulsen bjóðar seg fram, men hann er heldur ikki til reiðar at peika á nakran enn.
Pernille Vermund, forkvinna í Nye Borgerlige fegnast eisini um, at har nú er kapping um at gerast forsætisráðharri fyri eina borgarliga stjórn, men hon heldur tað eisini vera ov tíðliga at siga, hvørjum tey fara at stuðla.
Hon sigur, at hon ikki vil boða frá nøkrum, áðrenn valið er avgjørt. Poltiskt er hon helst tættari Søren Pape Poulsen, men hon sigur seg eisini kunna líta á Vinstra.
Les eisini: Søren Pape Poulsen fer eftir forsætisráðharrasessinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald