Uttanlands

– Ukraina má verða hoyrt og ikki gloymt

Tað skrivar ukrianski forsetin á sosialar miðlar dagin eftir fundin við Trump

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-03-01 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er umráðandi, at Ukraina verður hoyrt og ikki gloymt.

Tað skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj á sosialu miðlunum í kjalarvørrinum á fundinum við amerikanska starvsbróðir hansara, Donald Trump í Hvítu Húsunum í gjár.

– Tað er sera umráðandi fyri okkum, at Ukraina verður hoyrt, og at eingin gloymir tað. Hvørki undir ella eftir krígnum.

– Tað er umráðandi fyri fólk í Ukraina at vita, at tey eru ikki einsamøll. At teirra áhugamál verða røkt í einhvørjum landi, í øllum pørtum av heiminum, skrivar hann sambært Ritzau.

Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivar á sín sosiala miðil, Truth Social, at hann ikki heldur, at Zelenskyj er klárur til frið, og at hann ikki vísti amerikanarum virðing undir fundinum friggjadagin.

Les eisini: Zelenskyj og Trump í orðadrátti fyri opnari mikrofon


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder