Innanlands

- Umhugsið nú hvat tit leggja út á heimasíðuna

Teldusníkar gerast fleiri og fleiri og tí ræður um hjá stovnum og fyritøkum at hava nettrygdina í lagi m.a. hjá starvsfólki, sigur kt-trygdarleiðarin hjá Elektron. Hoyr sjeynda podd í røðini um verju

Tanja Lið, KT-trygdarleiðari hjá Elektron (Mynd: Petur Zachariassen)

Tanja Lið, KT-trygdarleiðari hjá Elektron (Mynd: Petur Zachariassen)

2025-01-13 15:03 Author image
Redaktiónin
placeholder

Tanja Lið er KT-trygdarleiðari hjá Elektron og ein hin fremsta uppgávan er at ráðgeva leiðsluna á stovninum hvussu trygdin skal verða, bæði uttanhýsis og innanhýsis. 

Hetta er sætti poddur av 12 í røðini um verju í Føroyum er nú tøkur og hesaferð verður vitjað hjá Elektron, sum hýsir tænastum hjá stovnum og fyritøkum og er sera týdningarmikið at nettrygdin er í lagi.

Teldusníkar gerast fleiri og fleiri og tí ræður um hjá stovnum og fyritøkum at hava nettrygdina í lagi m.a. hjá starvsfólki. Hoyr hvat Tanja heldur um at hava starvsfólkalista sjónligan á heimasíðuni.

Petur Zachariassen leggur poddarnar til rættis.

Partur 1: Dátueftirlitið: Vit hyggja eisini í skrellispannir fyri at vita um alt gongur rætt fyri seg

Partur 2: Høgni Hoydal: Trygdar- og verjumál eru sett ovast á skránna

Partur 3: Tilbúgvingin í Eysturkommunu: Hvør minuttur telur

Partur 4: Tórshavnar Sløkkilið: Annað enn eldur hjá sløkkiliðnum

Partur 5: Fjarskiftiseftirlitið: Liggja nærmast í myrkri um onkur ger seg inn á okkara samskiftiskaðalar

Partur 6: Vørn: Brúk fyri nýggjum skipi fyri 50 ára gamla Tjaldrið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder