Yvirlýsing frá ráðnum í MFS (Meginfelag Føroyskra Studenta):
Nú Føroyar av álvara byrja at merkja avleiðingarnar av coronavirus smittuni, ásanna vit í MFS, at lesandi á hægri útbúgvingum eisini verða meint rakt av teimum átøkum, landsmyndugleikarnir hava sett í verk til tess at verja føroyingar og føroyska samfelagið.
Heilsumálaráðið hevur gjørt tilmæli um, hvussu fólk eiga at bera seg at, soleiðis at byrðan á sjúkrahúsverk okkara ikki gerst ov stór í einum. Millum annað verður mælt til, at fólk ikki óneyðuga savnast í størri hópum.
Ein avleiðing av hesum er, at øll undirvísing á Fróðskaparsetrinum er avlýst í tvær virkur frá 16. mars. Strembað verður eftir, at undirvísingin verður skipað sum fjarundirvísing í staðin, har møguleiki er til tess.
Í MFS minna vit á, hvussu umráðandi tað er, at lesandi, ið eru undir hægri útbúgving, ikki verða óneyðuga sperd av teimum átøkum, ið verða sett í verk. Lesandi hava frammanundan nógvar avbjóðingar at dragast við í gerandisdegnum, og tískil kann tað verða steinur oman á byrðu fyri fleiri, at útbúgvingarverkið nú at kalla verður stongt heilt.
Vit mæla til, at loysnir sum skjótast verða fyrireikaðar, um so er at verandi heilsukreppa heldur á í fleiri mánaðir. Tað er avgerandi, at útbúgvingarverkið verður búgvið til at greiða lestrargongdina hjá hvørjum einstøkum lesandi á ein ráðiligan hátt, og vit í MFS bjóða okkum eisini fegin fram at taka lut í einum arbeiði, til tess at tryggja, at soleiðis verður. MFS fylgir við og kunnar leypandi á www.mfs.fo/covid-19.
Vit heita eisini – saman við okkara heilsumyndugleikum – á allar lesandi útisetar, ið hava valt at ferðast heim, nú undirvísing í Danmark og fleiri øðrum londum er avloyst av fjarundirvísing, at halda seg til tilmælini um at fara í sjálvboðið sóttarhald. Vit vita, at hóast ung og sunn fólk vanliga koma skjótt og væl fyri seg eftir at hava verið sjúk við COVID-19, so eru tað eisini millum tey ungu summi, ið eru í serligum vandabólki. Tað er tí umráðandi, at lesandi og okkara útbúgvingarstovnar vísa samfelagssinni og fyrilit fyri teimum serliga viðkomu í okkara samfelag, hvørs heilsustøða merkir, at fyri tey er COVID-19 beinleiðis lívshættislig.
Hetta er ein serliga avbjóðandi tíð. Tey gomlu plagdu at siga, at mangur kann bera á báðum akslum, og tað er tí okkara staðiliga áheitan, at vit øll gera okkara ítasta og veruliga hjálpast at. Tað er júst í slíkum krepputíðum – tá ið tað veruliga stendur á – at vit kunnu og mugu prógva, at í Føroyum lyfta vit øll í felag og standa saman í mótganginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald