Uttanlands

– Umráðandi, at Putin verður hoyrdur

Samrøðan við Carslon var ein góður møguleiki, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini

Dmitri Peskov (Mynd: EPA)

Dmitri Peskov (Mynd: EPA)

2024-02-10 16:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Endamálið við samrøðuni millum russiska forsetan Vladimir Putin og amerikanska journalistin Tucker Carlson var ikki at røkka amerikonskum myndugleikum men ein breiðan skara av vesturlendskum hyggjarum.

Tað sigur Dmitri Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini við russisku tíðindastovuna Tass.

– Tær fyrstu 24 tímarnar varð samrøðan víst yvir 150 milliónir ferðir bara á X. Tað, sum er mest umráðandi hjá okkum er, at forseti okkara verður hoyrdur. Er hann hoyrdur, fara fleiri fólk at undrast á, um hann kann hava rætt ella ikki. Í øllum førum fara tey at hugsa, sigur Peskov.

Sambært russiska talsmanninum er tað torført hjá Russlandi at standa ímóti USA "tá tað kemur til propaganda", og tí er samrøðan við Carlson "ein sera góður møguleiki".

Les eisini: Tveir tímar lang samrøða: Putin ongan áhuga í Póllandi ella Lettlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder