Maskinmeistarafelagið lat onnur krøv víkja og hugsavnaði seg um arbeiðstíðsreglur í sínum seinasta semjuuppskoti í samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið – KAF – um nýggjan sáttmála fyri SEV og IRF. Tað bleiv vent í hurðini, og í staðin spældi KAF út við einum uppskoti um at gera enda á verkfalsrættinum. Tað uppfataði Maskinmeistarafelagið sum eina reina provokasjón, og illviljan ímóti greiðum arbeiðstíðsreglum sær felagið sum eitt tekin um, at Kommunala Aarbeiðsgevarafelagið vil hava fríar ræsur einsamalt at stýra arbeiðstíðini – og harvið eisini frítíðini – hjá starvsfólkunum
Soleiðis skrivar Maskinmeistarafelagið á heimasíðu síni, og heldur fram:
- Útspælið hjá KAF kom púra óvart á okkum, tí vit høvdu veruliga væntað konstruktivar samráðingar um eitt sera prinsipielt mál, nevniliga arbeiðstíðsreglur. Í staðin spæla tey út við at vilja taka verkfalsrættin frá okkum.
Soleiðis sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, um kollsigldu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá interkommunalu felagsskapunum SEV og IRF.
Seinasti samráðingarfundurin var 5. juli, og hann hevði bara vart í nakrar minuttir, tá samráðingartoymið hjá Maskinmeistarafelagnum mátti staðfesta, at partarnir høvdu siglt seg so væl og virðiliga upp á turt, at ongin vón longur var fyri eini samráðingarloysn uttan hjálp uttanífrá.
Felagið boðaði beinanvegin semingsmanninum frá, og bað hann royna at mekla, men vegna summarfrí verður ongin semingsroynd fyrr enn eftir ólavsøku.
Tað, sum av álvara sannførdi Maskinmeistarafelagið um, at framhaldandi samráðingar vóru nyttuleysar, var, at KAF í sínum semjuuppskoti knappliga vildi hava nýggjar ásetingar í sáttmálan um undantøk, tá arbeiðssteðgur er.
Les meira á heimasíðuni hjá Maskinmeistarafelagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald