Tað var ein lætti, sigur Paul Watson, sum týsmorgunin varð leyslatin úr fongslinum í Nuuk, har hann hevði sitið, síðan hann varð handtikin 21. juli.
– Tað einasta, eg verilga bar ótta fyri var, at eg ikki hava sæð børn míni síðan juni, og at eg sakni tey. Men onkuntíð má mann í fongsul fyri at fáa sín boðskap ígjøgnum, segði Watson við TV2 News týsdagin.
Paul Watson varð handtikin í juli orsakað av handtøkuboðum úr Japan, sum ynski at rættarsøkja hann fyri brotsverk framd í 2010. Danska løgmálaráðið hevur tó nú avgjørt, at Watson skal ikki útflýggjast til Japan, og tí varð hann leyslatin týsdagin.
– Eg visti einki um tað. Tú fyrireikar teg til tað ringasta og vónar tað besta, sigur Watson.
– Varð eg sendur til Japan, var eg ongantíð komin heim. Tað eri eg rættiliga vísir í.
Sambært Ritzau eru tey í Japan vónbrotin av donsku avgerðini.
– Tað er harmiligt, at danska stjórnin ikki góðtekur umbønina hjá Japan um at fáa hann útflýggjaðan, sigur talsfólk hjá japansku stjórnini, Yoshimasa Hayashi..
Sí eisini: Her verður Paul Watson leyslatin
Sí eisini: – Danmark óbeinleiðis góðkent virksemið hjá grindaaktivistum í Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald