Innanlands

- Veðurstovan eigur at liggja í Klaksvík

- Tað er púra sjálvsagt, at veðurstovan verður staðsett í Klaksvík. Tað kennist sum eitt rán, um almennu Føroyar nú siga takk fyri stríðið og síðani taka hana frá klaksvíkingum og norðoyingum, sigur borgarstjórin

Karl H. Johansen (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

Karl H. Johansen (Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2021-04-16 16:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kjak hevur stungið seg upp um staðsetingina av Veðurstovu Føroya. Borgarstjórin í Havn var í vikuni út við, at hon eigur at vera í Havn. Aðrir politikarar hava verið frammi um staðsetingina, og nú blandar borgarstjórin í Klaksvík seg uppí.

Tað er púra sjálvsagt, at veðurstovan verður staðsett í Klaksvík, sigur Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

- Sum borgarstjóri í Klaksvík vil eg staðiliga heita á landsstýrismannin Jacob Vestergaard um at taka við í avgerð sína, at Veðurstova Føroya nú í fleiri ár er fyrireikað í Klaksvík av eldsálum og serkønum, harav partar longu starvast á Sjónámi í Klaksvík. Tað er tí púra sjálvsagt, at hesin spildurnýggi, føroyski landsstovnur verður staðsettur her, skrivar borgarstjórin í fráboðan.

- Eg má vera púra erligur, at eg hevði ikki væntað og vænti framvegis ikki annað enn, at Veðurstova Føroya verður staðsett í Klaksvík, og orsøkin er einføld og sjálvsøgd.

- Í áravís hava eldsálirnar og veðurserkønu klaksvíkingarnir Rúnar Alix Rasmussen, útbúgvin metereologur, og Hanus Kjølbro, sjómansskúlalærari og veðurkønur, arbeitt við og fyrireikað føroyska yvirtøku av hesum málsøki, sum teir saman við øðrum brenna fyri og eru serkønir innan.

Hann nevnir eisini at Klaksvík sum fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum, hevur nógv størv í býnum sum eru treytað av at fáa góðar og álítandi veðurforsagnir.

- Eitt sera stórt arbeiði – serliga av fólki úr Klaksvík – er lagt í at fyrireika hesa tænastu, sum nú verður yvirtikin úr Danmark, og vit áttu tí øll at verið glað, men so hendir tað ódámliga, at henda nýggja og væl fyrireikaða yvirtøka og tænasta brádliga verður løgd undir ein landsstovn, sum frammanundan liggur í høvuðsstaðnum.

Hann skrivar víðari, at hann setur sítt álit á Jacob Vestergaard, landsstýrismann, at hann fer at taka tað við í avgerðina, at veðurstovan eigur at liggja í Klaksvík.

- Sum borgarstjóri í Klaksvík má eg tíverri siga, at tað kennist sum eitt rán – eftir alt tað stóra arbeiðið at yvirtaka Veðurstovu Føroya er gjørt og fyrireikað av eldsálum og serkønum hiðani úr økinum – um almennu Føroyar nú siga takk fyri stríðið og síðan taka hana frá klaksvíkingum og norðoyingum.

Alt skrivið sæst á lesarin.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder