Um ukrainar fáa loyvi at brúka langtberandi vápn móti Russlandi, fer Nato beinleiðis uppí kríggið, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin.
Í fleiri mánaðir hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj heitt á m.a. USA um at lata ukrainska herin leypa á mál longur inni í Russlandi.
Les eisini: Ukrainar vilja leypa á mál langt inni í Russlandi
Hernaðarstuðulin, sum Ukraina hevur fingið higartil, hevur verið treytaður av, at vápnini verða brúkt á ukrainskar jørð ella til verjuátøk í marknaøkjum.
Men ukraina hevur m.a. ynskt at brúka amerikanskar ATACMS-rakettir, og at geva ukrainum grønt ljós til hetta hevði í roynd og veru verið at hála Nato-herfólk uppí stríðið, sigur Putin.
Um so verður, má Russland taka "hóskandi avgerðir" útfrá nýggju hóttanunum, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald