
Hann varð sjálvur koppsettur fyri koronu fyri triðju ferð í gjár. Tað upplýsti løgmaður á tíðindafundinum í Kringvarpinum seint fyrrpartin, har hann vísti á, at neyðugt var at leggja afturat tilmælunum á stigi tvey í ferðsluljósskipanini hjá myndugleikunum í stríðnum móti koronu:
- Jólini nærkast, og vit ynskja øll eini jól, sum eru so vanlig sum gjørligt. Tíverri kunnu vit staðfesta, at smittutrýstið er ov høgt í løtuni, og í gjár kundi staðfestast at nógv smitta er í Sjúkrahúsverkinum, sum er undir stórum trýsti og nærum er í undantaksstøðu. Omikron frábrigdið ger um seg - tað er avgerandi, at sjúkrahúsverkið ikki verður undir størri trýstið, enn tað longu er. Tí mugu vit nú gera átøk fyri at tálma smittuni
Les eisini: Skúlanæmingar fáa jólafrí 15. desember
Bárður á Steig Nielsen vísti síðani á tey punktini, har myndugleikarnir hava valt at gera átøk. Tey eru galdandi fram til jólar í fyrstu atløgu - fleiri koma møguleiga afturat.
- 100 fólk kunnu savnast við koronupassi - 20 fólk uttan
- Frá mikudegnum 15. desember fara øll í fólkaskúlanum í jólaafrí. Hetta er eisini galdandi fyri frítíðarskúlarnar. Seransing og trivnaðartilboð vera tó. Dagstovnar, Miðnámsskúlar og annað koyra víðari.
- Mæla til at náttarlív og matstovur lata aftur klokkan 23 (landsstýrið fer í hesum sambandi skjótast til ber at bera uppskot um hjálparpakkar í Løgtingið).
- Ikki fleiri enn tjúgu til jólaborðhald og bert fólk, sum til dagliga eru saman, burdu savnast til tað - løgmaður hevur sjálvur útsett jólaborðhaldið á Løgmansskrivstovuni.
- Ansa serliga væl eftir, tá farið verður til handils og royn og far til handils, tá væntast kann at ikki so nógv fólk. Hav gjarna munnbind á, og handlarnir skulu syrgja fyri, at spritt er tøkt, og at frástøða kann haldast.
Lagt varð afturat, at allir jólagestir - útisetar - eru hjartaliga vælkomnir, men sligið varð fast, at tað er týdningarmikið, at øll sum koma til Føroya eru sera ansin og fara í heimauppihald til svarið frá kanningin á 2. degi fyriliggur. Kanning við landamørkini verður nú krav aftur hjá øllum - landið rindar í fyrstu atløgu.
Les eisini: Fara aftur at kanna øll við markið