
Tað hevur nú í eina tíð ikki verið í gildið, men nú arbeiða myndugleikarnir av øllum alvi við at fáa tað at koyra aftur skjótast gjørligt.
Talan er um koronukanningar til øll við landamørkini, ið bæði landsstýrið og farsóttarnevndin ynskja. So mikið, at landið rindar fyri restina av 2021. Frá 1. januar verður tað aftur hvør einstakur, sum skal gjalda - tó vónandi ein lægri prís enn tað áður hevur verið (390 krónur), segði Bárður á Steig Nielsen á tíðindafundinum fyri løtu síðani.
Micheal Boolsen, fúti, tosaði millum annað um kanningar við landamørkini og um tað at nýta munnbind (Mynd: Sverri Egholm)
Fútin vísti á, at tað eru í kanningunum á 2. degi, har flestu koronutilburðirnir í samband við ferðing eru "fangaðir", men at tað nú aftur er neyðugt at kanna við komu eisini.
Micheal Boolsen segði eisini, at tað hevur víst seg at munnbind/maska umborð á flogfari, ið fór úr gildi 1. november, eisini hevur sína ávirkan, og hann var eisini meira beinleiðis í mun til løgmann viðvíkjandi tí at nýta verju fyri munn og nøs, tá farið var handils og til tiltøk og ørindi innandyra - hetta hevur ein virkna í mun til at tálma smittuspjaðing, segði hann og heitt staðiliga á fólk um at nýta hetta. Tó vóru ikki ítøkilig tøl viðvíkjandi hesum løgd fram.
Her eru nýggju koronutilmølini - undir gula stignum:
- 100 fólk kunnu savnast við koronupassi - 20 fólk uttan
- Frá mikudegnum 15. desember fara øll í fólkaskúlanum í jólaafrí. Hetta er eisini galdandi fyri frítíðarskúlarnar. Seransing og trivnaðartilboð vera tó
- Mæla til at náttarlív og matstovur lata aftur (landsstýrið fer í hesum sambandi skjótast til ber at bera uppskot um hjálparpakkar
- Ikki fleiri enn tjúgu til jólaborðhald og bert fólk, sum til dagliga eru saman, burdu savnast til tað - løgmaður hevur sjálvur útsett jólaborðhaldið á Løgmansskrivstovuni
- Ansa serliga væl eftir, tá farið verður til handils og royn og far til handils, tá væntast kann at ikki so nógv fólk. Hav gjarna munnbind á, og handlarnir skulu syrgja fyri, at spritt er tøkt, og at frástøða kann haldast
Lagt varð afturat, at allir jólagestir - útisetar - eru hjartaliga vælkomnir, men sligið varð fast, at tað er týdningarmikið, at øll sum koma til Føroya eru sera ansin og fara í heimauppihald til svarið frá kanningin á 2. degi fyriliggur.
Les eisini: Skúlanæmingar fáa jólafrí 15 desember
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald