– Jimmy Carter gjørdi alt tað, hann kundi fyri at bøta um lívið hjá amerikanarum. Tað eiga vit øll at vera takksom fyri.
Soleiðis skrivaði komandi amerikanski forsetin, Donald Trump m.a. á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, eftir at boðað varð frá, at Jimmy Carter, sum var forseti frá 1977 til 1981, var deyður.
Les eisini: Biden lýst sorgardag í USA
– Tey av okkum, sum hava verið nóg heppin at gerast forseti, skilja, at hetta er ein úrvaldur felagsskapur, og bert vit kunnu fyrihalda okkum til ta stóru ábyrgdina at standa á odda fyri máttmiklastu tjóð í søguni.
– Tær avbjóðingar, sum Jimmy stóð yvirfyri sum forseti, komu í einum avgerandi tíðarskeiði fyri land okkara, og hann gjørdi alt tað, hann kundi, fyri at bøta um lívið hjá amerikanarum.
– Tað eiga vit øll at vera sera takksom fyri, skrivar Trump.
Tær avbjóðingarnar, sum Trump sipa til, eru helst iranska gíslakreppan og búskaparligu trupulleikarnar, sum Carter upplivdi, meðan hann sat í Hvítu Húsunum. Men undir embætistíð hansara varð m.a. eisini við til at gera friðaravtala millum Ísrael og Egyptaland, og seinni hevur Carter arbeitt sum semingsmaður í fleiri stórum stríðum.
Donald Trump var forseti í USA frá 2017 til 2021, og 20. januar verður hann aftur tikin í eið sum forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald