Uttanlands

- Vit fara úr 31. oktober við ella uttan avtalu

Hetta skrivar Brexitráðharrin Steve Barclay á Twitter, og harvið endurtekur hann Boris Johnson

Stephen Barclay - Mynd: EPA

Stephen Barclay - Mynd: EPA

2019-07-31 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Órógvin kring Bretland og ES er stór, og spurningarnir eru nógvir, nú Boris Johnson hevur tikið við sum forsetisráðharri. Næstan beint eftir, at Johnson kom í sessin í seinastu viku, sló hann fast, at bretar skulu úr ES 31. oktober - við ella uttan avtalu.

Les eisini: - Bretland skal úr ES við ella uttan avtalu

Tað eru nú tveir mánaðir til ásetta Brexit-dagin, og hóast Boris Johnson og hansara fólk eru sinnaði til samráðingar við ES um eina avtalu um Brexit, bendir einki á, at dagfestingin verður útsett, um eigin avtala er komin í hús. 

Hetta sló ráðharrin í Brexitmálum, Steve Barclay, fast á Twitter í gjárkvøldið. Hetta var eftir, at Barclay hevði tosað við Michel Barnier, ið stendur fyri samráðingunum hjá ES í Brexitmálinum:

- Eg gjørdi okkara støðu greiða: Eg segði við Barnier, at vit vilja hava eina avtalu, men vit fara úr ES 31. oktober við ella uttan einari

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder