Innanlands

- Vit klára okkum higartil

AGA-Føroyar, sum millum annað er veitari hjá Føroya Bjór, er ikki so hart rakt av kreppuni, sigur Anfinn Hansson

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-06-26 17:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Evropa er hart rakt av eini koltvísúrniskreppu. Øl- og sodavatnsframleiðarar fáa ikki framleitt sum vanligt, tí at minni koltvísúrni verður framleitt fyri tíðina. Orsøkin er viðlíkahald av fabrikkunum, sum framleiða ammoniakk og koltvísúrni.

Anfinn Hansson, stjóri í AGA-Føroyar, sigur at tey hava klára seg higartil, og at enn eru tey ikki í neyð.

- Vit hava nokk til ølstovur og tey, sum vit vanliga levera til. Føroya Bjór hevur júst fingið ein tanga, og vit klára nokk at levera ein tanga afturat um tvær vikur.

Anfinn Hansson sigur tó, at tey merkja at kreppa er. Eitt nú er vanligt at fyritøkur, sum selja koltvísúrni, selja til hvørja aðra, men í løtuni verður bert hugsa um ein sjálvan. Hetta hevur eisini við sær, at kreppan gerst verri, heldur hann.

- Eg havi fingið at vita, at hetta fer at loysa seg um tvær vikur. Okkara veitari hevur havt trupulleikar við eini fabrikkini, sum bara hevur koyrt á hálvum seinastu tíðina. Men hendan fer skjótt at koyra fyri fult aftur.

Stjórin í AGA-Føroyar dylur ikki fyri, at tey eru rakt eitt sindur, men tað er ikki so meint. Teirra kundar merkja ikki til trupulleikarnar.

Les eisini: Vandi fyri øl- og sodavatnskreppu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder