– Vit skylda amerikanska fólkinum og veljarunum at hittast eina ferð afturat áðrenn valið.
Tað segði amerikanski varaforsetin og forsetavalevni hjá Demokratunum, Kamala Harris á einum tiltaki í New York City í gjár.
Hetta var dagin eftir, at mótstøðumaður hennara, republikanska forsetavalevnið og fyrrverandi forsetin Donald Trump boðaði frá, at hann helt tað var ov seint at hava eitt sjónvarpskjak afturat, tí at fyrstu veljararnir hava atkvøtt.
– Valið er longu farið í gongd, segði Donald Trump á veljarafundi í North Carolina fyrradagin.
Les eisini: Trump: Ov seint til enn eitt sjónvarpskjak móti Harris
Trump og Harris kjakaðust á ABC News 10. september, og tað var eisini fyrstu ferð, at hesi bæði hittust. Tey eru boðin at kjakast á CNN 23. oktober, men bert Harris hevur tikið av.
Demokratiska forsetavalevnið ásannar, at valið longu er byrjað í fleiri statum, men hon vísir á, at tað er eitt tætt valstríð, og at har framvegis eru seks vikur til valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald