Tað er umráðandi, at Føroyar fáa somu viðurkenning av sjálvaavgerðarrættinum, sum Grønland hevur fingið.
Tað sigur Beinir Johannesen løgmaður, sum fegnast um avtaluna, sum varð undirskrivað millum Danmark, Grønland og USA týsdagin.
Les eisini: Latið er upp fyri størri trygd - men eisini møguleikanum fyri størri grønlendskum sjálvsræði
Í avtaluni varð sjálvsavgerðarrætturin hjá grønlendingum staðfestur, og í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini stendur eisini, at stjórnin viðurkennir sjálvsavgerðarrættin hjá grønlendingum, og at avgerðir um Grønland skulu takast av grønlendska fólkinum og ongum øðrum.
Men tað sama stendur ikki um Føroyar, vísir løgmaður á, og tað sigur hann seg eisini hava gjørt vart við.
– Fólkarættarliga viðurkenningin av sjálvsavgerðarrættinum ljóðar kanska háfloygt, men tað merkir, at í Føroyum ráða føroyingar, og avgerðir um Føroya framtíð verða tiknar av føroyingum og ongum øðrum, sigur Beinir Johannesen í skrivi.
– Vit vita ikki, nær føroyingar skulu taka støðu um Føroya framtíð. Tað kann vera um stutta ella langa tíð. Men vit vita, at um vit skulu taka støðu, so skulu vit hava eina viðurkenda, fólkarættarliga vissu fyri, at føroyingar eiga rættin at avgera framtíðina hjá Føroyum.
– Avtalan, sum bleiv undirskrivað í New York í dag, burdi slóðað fyri, at vit verða javnsett við Grønland, hvat hesum viðvíkur, sigur løgmaður.
Beinir Johannesen ásannar, at hetta ikki hevði broytt gerandisdagin hjá føroyingum í morgin, men tað hevði verið eitt stórt og prinsipielt stig rætta vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald