At Danmark í kvøld valdi at stongja mørkini til landið, er vitleyst, heldur svenski farsóttarfrøðingurin, Anders Tegnell.
- Virusið kann ikki haldast burtur, og at stongja mørkini er vitleyst, sigur hann við Aftonbladet.
Hann leggur afturat at man við hesum bara klárar at seinkað útbrotinum í nakrar dagar ella eina viku.
- Søguliga hava vit eisini sæð, at tað ikki hjálpir, at mørk vera stongd, sigur Anders Tegnell.
Danskir statsborgarar sleppa altíð inn í landið, og harumframt sleppur allur flutningur av gerandisvørum og øðrum inn.
801 fólk í Danmark hava fingið staðfest smittuna, sigur danska heilsumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald