Innanlands

– Ynskini hjá landsstýrinum enn ikki viðgjørd

SEV og kommunurnar hava enn ikki góðtikið ynskini hjá landsstýrinum um, at SEV ikki longur skal framleiða vindorku. Málið verður viðgjørt í næstum, sigur nevndarformaðurin í SEV.

– Kommunarnar og SEV hava noterað sær ynskini hjá landsstýrinum. Enn eru ynskini ikki viðgjørd, tað verður gjørt í næstum, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV (Savnsmynd)

– Kommunarnar og SEV hava noterað sær ynskini hjá landsstýrinum. Enn eru ynskini ikki viðgjørd, tað verður gjørt í næstum, sigur Kári Johansen, nevndarformaður í SEV (Savnsmynd)

2021-08-05 14:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

SEV hevur í eina tíð samráðst við Helga Abrahamsen, landsstýrismann í orkumálum um framtíðina hjá SEV, og nú er ætlanin at seta á stovn eitt interkommunalt felag, sum skal framleiða vindorku.

Í Útvarpstíðindunum mikukvøldið segði Kári Johansen, nevndarformaðurin í SEV, m.a. soleiðis:

– Tað, sum liggur á borðinum nú, tað er tað, at vit koma at leggja vindfeløgini út úr SEV. Tað vil siga, tað verður ikki SEV í framtíðini, sum kemur at eiga vindfeløgini men eitt nýtt kommunalt orkufelag, sum kommunarnar eiga.

Í viðmerking í dag ger nevndarformaðurin tó greitt, at SEV og kommunurnar enn ikki hava góðtikið ynskið hjá landsstýrinum um, at SEV ikki longur skal framleiða vindorku.

– Innslagið kann kanska misskiljast á tann hátt, at ynskið hjá landsstýrinum er góðtikið av SEV og kommununum. So er ikki. Kommunarnar og SEV hava noterað sær ynskini hjá landsstýrinum. Enn eru ynskini ikki viðgjørd, tað verður gjørt í næstum, tá ið fólk eru komin aftur úr feriu, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder