Ikki kann sigast, at tað gongur skjótt við orkuskiftinum, tá tað snýr seg um bilarnar, vit koyra við.
Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár øktist talið av skrásettum akførum í Føroyum við 247 og av teimum vóru 20 el-rikin.
Nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni vísa, at 1. januar vóru 208 el-riknir bilar í Føroyum, og 1. apríl var talið økt til 228.
Sostatt er parturin av bilum við ravmagnsmotori øktur úr 0,53 prosentum á nýggjárinum til 0,58 prosent nú tríggir mánaðir eru farnir av árinum. 1. januar 2019 var tilsvarandi parturin 0,29 prosent.
Síðan á nýggjárinum er talið av el-riknum persónbilum økt úr 175 til 194, lutfalslita úr 0,67 til 0,74 prosent av samlaða talinum av persónbilum, sum nú er komið upp á góðar 26.000. Hini tølini fyri el-rikin akfør eru ikki broytt her íbyrjanini av árinum uttan tað, at tað nú eisini er ein eldrivin bussur komin til landið.
Samlaða talið av akførum hesar tríggjar mánaðirnar er økt við 247 úr 38.905 á nýggjárinum til 39.152 1. apríl.
Um hugt verður eftir bilunum, sum komu afturat í fyrsta ársfjórðingi, so sæst, at 19 elbilar av tilsamans 144 persónbilum svarar til 13,19 prosent.
Í 2019 øktist persónbilatalið við 1.092 meðan talið av elriknum bilum øktist við 76, so tá lá el-parturin á knøppum 7 prosentum. Við hesi sammetingini kann staðfestast, er ein munandi øking í talinum av el-drivnum persónbilum fer fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald