
Myndina herundir tók Brandur í Dali fyri 10 árum síðani, tá føroyski hesturin Marmarankur við Mariu Joensen á baki megnaði at vinna fyrstu virðisløn í heystkappríðingini.
Nógv vatn er runnið í ánni síðani tá. Maria, sum tá gekk í Hoydølum hevur nú verið liðugt útbúgvin tannlækni í trý ár, og er í løtuni búsitandi í Íslandi, har hon mennir seg innanfyri ríðing og venjing av rossum.
Dreymur hennara er at keypa ein rossagarð í Danmark, og at ala og venja føroysk ross har.
Hetta ber tó ikki til, av tí at tað ikki er møguligt at útflyta ross sum eru fødd í Føroyum, tí tað vantar lóggáva á økinum. Fyri at tað skal bera til, skal peningur játtast til at skriva lógir og málið liggur í umhvørvis- og vinnumálum.
Maria sigur um støðuna:
- Eg vóni at nakað skjótt fer at henda fyri at hjálpa okkara sera hótta rossaslagi frá at doyggja út. Tey flestu sum eiga føroyskar ryssur eru givin við at ala, av tí at eingin áhugi er at keypa fylini, sum koma undan. Um tað bar til at útflyta nøkur av teimum til Danmarkar hevði tað sett gongd aftur í alingina.
Fyri at varpa ljós á støðuna, er farið undir at savna undirskriftir inn. Til ber at lesa meira og skriva undir her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald