Tórshavnar kommuna: Árligi fundurin í Grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn hevur verið í Havn hesa vikuna.
Í ár fingu tíggju føroyskir umsøkjarar stuðul úr grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn á 300.000 tilsamans.
Á fundinum í Havn vóru nógv evni á skrá. Tað er eitt ynski frá øllum limunum í Grunninum at økja samstarvið millum teir tríggjar býirnar, serliga millum tey heilt ungu.
Á skránni vóru tí framløgur um møguleikar og avbjóðingar hjá teimum ungu í útnorðri, og hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi teirra millum.
Eisini varð vitjað á skúlanum á Fløtum, á Musikkskúlaum, á Listasavninum, SEV, umframt á øðum støðum í kommununi.
Í Grunninum eru umboð úr Reykjavík, Nuuk og Tórshavn. Føroysku umboðini í nevndini Heðin Mortensen, borgarstjóri, Annfinn Brekkstein, býráðslimur og varaborgarstjóri, og Annika Olsen, býráðslimur.
Tær tíggju umsóknirnar, ið fingu stuðul úr Føroyum, fingu úr 12.000 kr. upp í 50.000 kr í stuðli:
- Ítrottarfelagið Hvirlan – luttøka í IR Stórmót í Reykjavík
- World New Music Days – Stuðul til tónaverk av grønlendskum tónasmiði
- Nordatlantisk AI Netværk – ferðastuðul til vitjan úr Nuuk og Reykjavík
- TONIK – ferðastuðul til listafólk úr Nuuk og Reykjavík
- Lesandi á “Sociolinguistic fieldwork” – Luttøka á ráðstevnu í Nuuk
- The Laboratory of Vulnerability in the North – bókmentaráðstevna í Føroyum
- Diana J. Hansen – Dance School Exchange Nuuk
- West Nordic Feminist Network – stuðul til ráðstevnu í Reykjavík
- Nordic Saxophone Collective – stuðul til Nordic Saxophone Festival í Tórshavn 2025
- Havnar Svimjifelag – luttøka á HS Open 24 og RIG25 í Reykjavík
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald