2018-12-02 20:02
Freddie Mercury og Queen eru eftir øllum at døma væl umtókt millum føroyingar. Tí seinastu vikurnar hava føroyingar savnast í biografsalunum kring landið, og nú hava næstan 5000 sæð filmin.
Havnar Bio og Atlantis upplýsa fyri Kringvarpinum, at ávikavist 4000 og knapt 1000 fólk hava sæð filmin í teirra biografsalum.
Tað kemur eitt sindur óvæntað, sigur Jákup Eli Jacobsen, stjóri í Havnar Bio, við Kringvarpið.
- Vit høvdu ikki væntað, at so nógv fólk fóru at koma í biograf og hyggja at filminum, sigur hann.
Bohemian Rhapsody hevði frumsýning 2. november, og verður fyribils vístur í Havnar Bio til 12. desember.
Les eisini: - Nakað av tí besta eg havi sæð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald