“Hetta var nakað av tí besta eg havi sæð”.
Soleiðis fullu orðini frá fleiri eftir filmin Bohemian Rhapsody um oddamannin í bretska rokkbólkinum Queen, Freddie Mercury.
Hóast filmurin varð frumsýndur fyri hálvari aðru viku síðani, so var tað í kvøld ein fullsettur salur í Havnar Bio, sum fekk tann heiður at síggja, og ikki minst hoyra søguna um hendan serstaka mannin, sum annars varð doyptur Farrokh Bulsara og føddur í 1946.
Talan er um ein spælifilm, og høvuðsleikluturin er sera væl úr hondum greiddur av Rami Malek. Hann er sum gjørdur til leiklutin sum Freddie Mercury, sum vit í filminum fylgja frá tí at hann arbeiðir á einum flogvølli í 1970 til hann og Queen í 1985 framførir fyri milliónum av fólki á Wembley til eina stuðulskonsert.
(Mynd: FOX)
Serliga er tónleikurin í filminum framúr, og tí kann tað viðmælast at uppliva hann í biografinum, har ljóðið er av tí besta.
Gjøgnum filmin hoyra vit brot út fleiri kendum løgum, og í síðsta partinum av filminum vóru løgini “Bohemian Rhapsody”, “Hammer to Fall”, “Crazy Little Thing Called Love”, “We Will Rock You” og “We Are the Champion” spæld í fullari longd.
Freddie Mercury fekk staðfest AIDS í 1987, og doyði av sjúkuni í 1991, 45 ára gamal.
Bohemian Rhapsody er 2 tímar og 14 minuttir langur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald