Mentan

100 øðrvísi fyrimyndir til dreingir

“Søgur til dreingir, sum tora at vera øðrvísi” er nýggj bók við sonnum søgum um ótrúligar dreingir, sum broyttu heimin uttan at drepa drekar. Listamaður í Føroyum hevur eitt serligt samband við eina av fyrimyndunum í bókini

Joel Cole í verkstaðnum í Mjørkadali við nýggju bókini

Joel Cole í verkstaðnum í Mjørkadali við nýggju bókini

2023-09-21 09:00 Author image
Innsent
placeholder

Ein bók við 100 hugvekjandi søgum um dreingir, eldri sum yngri, kendar sum ókendar, sum gjørdu sítt til at gera heimin til eitt betri stað við teirra arbeiðssemi, gávumildni og sjálvsáliti.

Ein av søgunum er um Patch Adams (f. 1945), sum er klovnur og lækni. Hann arbeiðir ikki bara við at linna um sjúku, men vil eisini gera sjúklingarnar glaðari. Fyri hann er látur besti heilivágurin. Patch flýgur kring allan heimin og hevur fyrilestrar og framførslur sum klovnur og lækni. “Øll kunnu gera okkurt,” sigur Patch Adams. “Tað snýr seg um at gera av at gera tað – at bretta upp um armar fyri friði og rættvísi og hava umsorgan fyri øllum á jørðini.”

Klovnur og listamaður

Listamaðurin Joel Cole kennir Patch Adams, og hevur ferðast og framført sum klovnur saman við honum. Teir hittust gjøgnum ein felags vin í 1996, og blivu vinir beinanvegin. Joel hevði ongantíð verið klovnur, áðrenn hann møtti Patch, men teir endaðu við at ferðast og arbeiða nógv saman í nøkur ár. M.a. vóru teir í Russlandi í 1997.

Tá ein filmur bleiv gjørdur um Patch Adams við Robin Williams í høvuðsleiklutinum var Joel Cole við til frumsýningina í Washington og sat beint aftan fyri Robin Williams.

Nú á døgum arbeiðir Joel Cole við træi og hevur verkstað í Mjørkadali. Her skapar hann sína list og undirvísir javnan teimum innsettu. Tá hann er saman við fangunum, gevur hann teimum eitt rúm at vera kreativ og skapandi í. Hann er ikki fangavørður, men leggur teimum lag á og lurtar, um teir vilja práta. “Eg eri sálarfrøðingur, prestur, barrvørður uttan alkohol og lærari alt í einum,” sigur Joel við einum smíli.

Joel Cole fer í næstum at hava stóra serframsýning á Listasavninum við fernisering 6. oktobur.

Ben Brooks hevur skrivað “Søgur til dreingir, sum tora at vera øðrvísi”, og Quinton Winter myndprýddi. Vagnur Streymoy týddi úr enskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út, og samstundis er “Góðanáttsøgur til rebelskar gentur” uppafturprentað. Báðar bøkurnar eru at fáa í handlum nú. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder