Innanlands

1000 fyritøkur søkt um lønarískoyti

2.910 fólk eru framvegis í lønarískoytisskipanini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-07 11:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri at sleppa undan hópuppsagnum í mars mánað, bar løgtingið skjótt at og samtykti lønarískoytisskipan sum part av Arbeiðsloysiskipanini soleiðis, at fyritøkur kundu fáa hjálp at rinda lønir við.

Nærum ongar treytir vóru settar fyri at fáa stuðul, og heili 924 fyritøkur og sjálvstøðug vinnurekandi hava fingið stuðul úr ALS. Enn eru nakrar av umsóknunum, sum ikki eru viðgjørdar enn, veit heimasíðan hjá Kringvarpinum.

Tilsamans hava 4300 fólk verið í skipanini, og 2.910 fólk fáa lønarískoyti í løtuni.

Kringvarpið hevur fingið noktað innlit í hvørjar fyritøkurnar eru, sum hava fingið stuðul, tí talan er um persónsligar upplýsingar.

Lønarískoytið frá ALS kann í mesta lagi vera 20.000 krónur um mánaðin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder