Innanlands

101 staðfest koronavirus í løtuni

23 fingu staðfest koronavirus í gjár, boðar landslæknin frá. Í alt 115 føroyingar hava fingið staðfest koronavirus tilsamans

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-22 07:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í alt 115 føroyingar hava nú fingið staðfest covid-19, og hetta byggir á í alt 2077 kanningarúslit.

Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Sostatt eru 23 løgd afturat teimum 92, sum Heilsumálaráðið kunngjørdi í gjár, høvdu fingið koronavirus.

Heilsumálaráðið kunngjørdi eisini í gjár at tilsamans 14 vóru blivin frísk. Í boðunum í morgun stendur einki um frísk fólk, men tað kemur helst seinni í dag.

Í løtuni eru 101 sum hava koronavirus.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder