Í Nes kommunu er ikki politisk uppstillan. Tá freistin at lata inn valevnislistar var farin, var ein listi við ellivu fólkum. Valstýrið hevur gjøgnumgingið og góðkent listan.
Hesi eru uppstillaði til Kommunuvalið í Nes kommunu:
- Petur Jákup Anfinnur (Dakko) Petersen, Saltnes
- Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi, Nes
- Kaj Eli Hansen, Nes
- Janus Thomsen, Nes
- Heini Súnason Kristiansen, Toftir
- Høgni Hansen, Toftir
- Súni í Hjøllum, Toftir
- Hanna Krista Poulsen, Toftir
- Jan Højgaard, Nes
- Hallfríð Lamhauge Kjeld, Toftir
- Rannvá í Túni Petersen, Saltnes
Greitt hevur verið síðani februar, at nýggjur borgarstjóri verður í kommuni eftir valið, tí Jóhannus Danielsen stillar ikki uppaftur. Hann hevur verið borgarstjóri í hesari og í undanfarnu setuni.
Valið í Nes kommunu fer fram í Fimleikahøllini í Tofta skúla týsdagin 10. november Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10.00 og heldur fram til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Veljarir fáa valkort sendandi og verða bidnir at siga frá skjótast gjørligt á kommununuskrivstovuni um feilur er íkomin, skrivar nes kommuna á heimasíðu sínari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald