Síðani 2008 hevur hann sitið í kommunustýrinum í Nes kommunu, og í yvir sjey ár hevur hann verið borgarstjóri.
Nú er greitt, at Jóhannus Danielsen ikki stillar upp til komandi kommunuval.
Hetta váttar borgarstjórin í samrøðu við Sosialin.
Harvið skal Nes kommuna, eins og nógvar aðrar av teimum miðalstóru kommunum, hava nýggjan brotarstjóra, tá val verður í vetur.
Brandur Sandoy (Sands kommuna), Johan Christiansen (Eysturkommuna), Heðin Zachariasen (Sunda kommuna) og Pauli Trónd Petersen (Vestmanna kommuna) hava boðað frá, at teir ikki stilla upp til komandi kommunval. Brandur Sandoy og Heðin Zachariassen sita á tingi fyri Fólkaflokkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald