Mentan

11 jólahald í Tórshavnar kommunu

Fyrsta jólatræið verður tendrað á Vaglinum 25. november, og tað seinasta verður tendrað á Velbastað 5. desember

2023-11-19 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í næstum verður skipað fyri 11 jólahaldum í Tórshavnar kommunu í sambandi við, at jólatrøini verða tendrað.

Fyrsta jólatræið verður tendrað á Vaglinum leygardagin 25. november klokkan 15.30.

Tá kemur Havnar Hornorkestur at spæla, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu, og eisini verður gestarøðari úr Íslandi.

Sunnudagin 26. november verða jólatrøini tendrað í Hesti, Kollafirði og Kirkjubø.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan klokkan 14.30. GHM spælir, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað klokkan 15.30. Teistin fer av Gomlurætt klokkan 14.30 og úr Hesti klokkan 19.30. Frelsunarherurin spælir, og Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna klokkan 16. Havnar Hornorkestur spælir, og Ólavur Eysturdal, prestur, ber fram røðu.

Leygardagin 2. desember verða jólatrøini tendrað í Kaldbak, á Árgjum, og í Norðradali.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan klokkan 15.30. GHM spælir, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ber fram røðu.

Klokkan 17 verður jólatræið tendrað á Argjum tendrað. Tað verður við brúnna um Sandá. GHM spælir, og Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan klokkan 18. Havnar Hornorkestur spælir, og Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.

Sunnudagin 3. desember verða jólatrøini tendrað í Nólsoy, Hoyvík, og á Hvítanesi.

Bæði í Nólsoy og Hoyvík verða jólatrøini tendrað klokkan 17. Í Hoyvík spælir GHM, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu. Í Nólsoy spælir Havnar Hornorkestur, og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, ber fram røðu. Ternan fer av Havnini klokkan 16.20 og úr Nólsoy klokkan 19.25.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað klokkan 18.30. GHM spælir, og Súsanna Olsen, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

S jólatræið verður tendrað við skúlan á Velbastað týsdagin 5. desember klokkan 18. Havnar Hornorkestur spælir, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder