2020-10-21 19:29
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Til kommunuvalið í Fuglafirði er Listi B klárur við 12 valevnum.
Tað eru 4 kvinnur og 8 menn, sum bjóða seg fram at stýra kommununi. Listin hevur bæði umboðan av Kambsdali og úr Fuglafirði.
Nøkur av lyklaorðunum, ið listin ynskir at arbeiða undir eru: ”Vøkstur, framburður og trivnaður”. Í hesum liggur sjálvandi, at borgarin verður settur í hásæti í eini kommunu, ið á øllum økjum ynskir vøkstur og framburð.
Tey, ið uppstillað eru:
- Dan Askham, skipari
- Bartal Eliasen, lærari
- Sofus Gregersen, sølumaður
- Jóhan Pauli Heimdal, bilførari
- Edva Jacobsen, løgtingskvinna
- Fríða Joensen, sjúkrarøktafrøði lesandi
- Magni Jøkladal, formaður
- Eyðun á Lakjuni, miðnámskúlalærari
- Fríða Petersen, ergoterapeutur
- Kristian Martin Petersen, granskoðari
- John Poulsen, arbeiðsmaður
- Linda Toftegaard, lærari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald