Í gjár vórðu fyrstu føroyingarnir koppsettir fyri covid-19.
Í fyrsta umfari verða tað starvsfólk í sjúkrahúsverkinum, sum verða koppsett, og í gjár vórðu 120 fólk koppsett á føroysku sjúkrahúsunum.
Talan var um 55 fólk í Havn, 41 í Klaksvík og 24 í Suðuroy.
Les eisini: Gunnrið Joensen fekk fyrsta prikið
Tummas í Garði, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, upplýsir fyri Kringvarpinum, at summi av teimum koppsettu hava upplivað nakað av eymleika, har tey vórðu prikað, men eingin teirra hevur fingið nøkur álvarslig hjáárin.
Mánadagin 4. januar verður hildið fram við koppsetingini.
Mett verður, at tey 195 gløsini við koppingarevninum hjá Pfizer og BioNtech, sum komu til landið fyrradagin, innihalda nóg mikið av koppingarevni til at koppseta yvir 1.300 fólk.
Les eisini: Nakað fleiri skamtar í enn sagt varð frammanundan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald