Innanlands

123 kilometrar um tíman í Vágatunlinum

Fleiri bilførarar vórðu skrivaðir fyri ymisk lógarbrot í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-13 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan aftur úti og kannaði ferðsluna, og tá vórðu trý mál skrivað.

Fyrrapartin varð ein bilførari tikin fyri at koyra 123 kilometrar um tíman í Vágatunlinum. Fyri hetta fær bilførarin eina treytaða frádøming, og má hann sostatt upp til nýggja koyriroynd.

Fyrrapartin varð ein bilførari í Havn eisini tikin fyri at koyra uttan trygdarbelti, og um kvøldið varð enn ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin  - hesa ferð fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin, og bíðað verður nú eftir úrslitinum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan varð eisini boðsend, tí ein bilur hevði staðið í tómgongd í fleiri tímar í Havn. Løgreglan tók lykilin við á støðina, og har kann eigarin koma eftir honum.

Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um, at onkur hevði koyrt á prutli á einari gongugøtu í Havn, har tað ikki er loyvt at koyra við prutli. Fráboðarin hevði nummarplátuna á prutlinum, so løgreglan fekk fatur á eigaranum, sum segði, at tað var sonurin, sum hevði koyrt, og skuldi hann taka eitt prát við hann.

Eisini varð boðað frá einum lítlum ferðsluóhappi í Suðuroynni, har ein bilur fór út av vegnum. Men hann koyrdi við lágari ferð, so har var eingin skaði, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder