Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu var aftur skipað fyri skrivikapping, og sunnukvøldið 23. apríl klokkan 19 verða vinnararnir kunngjørdir á Bókasavninum við Løkin.
Í ár var uppgávan at skriva yrkingar - uttan nakað ávíst evni og við einastu avmarkingini, at hvør yrking skuldi vera í mesta lagi 1.000 orð.
Endamálið við afturvendandi skrivikappingini er at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skriving yvirhøvur í Føroyum. Fyri at leggja lag á, varð fyriskipað fyri einum kveikingardegi við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Trygva Danielsen, og eisini hevði Trygvi Danielsen tvey skriviskeið á Bókasavninum við Løkin.
Heili 123 yrkingar komu inn tilsamans , og tað fegnast fyriskiparar um, verður sagt í tíðindaskrivi.
Tríggir vinnarar eru funnir. Tað er ein 1. og 2. virðisløn, umframt ein serstøk til ungt fólk, ið vísir serliga góð evnir.
Á tiltakinum sunnukvøldið fer Torbjørn Jacobsen at bjóða vælkomin, vinnararnir verða kunngjørdir og fáa handað gávubrøv, og síðani verða vinnandi yrkingarnar lisnar upp. Bárður á Lakjuni fer at spæla nøkur løg, og ein kaffimuður verður eisini at fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald