2020-03-02 09:18
Ódnarveður hevur verið um alt landið, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini fingið eina rúgvu av fráboðanum um vindskaðar.
Seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið 32 fráboðanir, og tilsamans hevur løgreglan fingið 127 fráboðanir síðan leygardagin.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan m.a. hevur verið um tekjur, klædning og skorsteinar, sum hava fingið skaða orsakað av vindinum.
Talið av fráboðanum er væl býtt um alt landið, men leygardagin komu serstakliga nógvar fráboðanir úr Klaksvík, verður upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald