Innanlands

127 metrar løgdust afturat í síðstu viku

Í alt eru nú 3.103 metrar boraðir av Sandoyartunlinum, sum eftir ætlan skal vera liðugur í 2023

Í Traðardali á Sandoynni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í Traðardali á Sandoynni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-02-24 16:30 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 2023 er ætlanin, at tað skal vera koyrandi millum Streymoynna og Sandoynna, og tað gongur eisini rætta vegin.

Í síðstu viku vórðu 127 metrar boraðir av Sandoyartunlinum. Í alt eru nú boraðir 3.103 metrar, av tilsamans 10.785 metrum, sum tunnilin verður til longdar.

Í Traðardali vórðu 63 metrar boraðir, har tað tilsamans eru 1.717 metrar boraðir.

Á Gomlurætt boraðu teir nakað tað sama, 64 metrar, og har eru nú boraðir 1.386 metrar.

Í Traðardali eru teir 20,7 metrar undir vatnskorpuni og á Gomlurætt 56,7 metrar undir vatnskorpuni.

[object Object](Skíggjamynd: Estunlar.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder